Sum Portalurin skrivaði týsdagin, so var norski áleyparin Erlend Hustad á veg til Klaksvíkar, og í dag hevur KÍ kunngjørt hann sum sín fyrsta nýggja spælara til 2026.
Talan er um eitt eitt-ára sáttmála millum føroyameistararnar og norðmannin, sum seinast hevur spælt við Raufoss.
Magnus Powell, KÍ-venjari, sigur við ki.fo, at Hustad er nakað av tí, sum KÍ hevur vantað í álopspartinum:
- Við síni styrki og máltevi, fer Erlend at styrkja okkara álopsleik munandi, sigur venjarin Magnus Powell. Í honum fáa vit ein dugnaliga 9-ara til álopsplássið saman við Páll Klettskarð. Hendan hava vit mangla síðan eg kom til KÍ. Nú hava vit funnið ein stóran, sterkan og klókan álopsleikara. Hann hevur síðstu árini víst, at hann dugur finna málið. Eg vænti og vóni, at okkara professionella umhvørvi virkar við til at Erlend kemur at avrika tað besta hann er mentur. Ætlanin er, at Erlend gevur okkum fleiri møguleikar og kemur at avlasta aðrar, nú vit hava eitt krevjandi ár fyri framman.
Hustad hevur fyri tað mesta spælt í næstbestu norsku deildini. Les meira um hann niðanfyri
Sí eisini: KÍ á veg at gera sáttmála við norskan áleypara
- Eg eri stoltur av at vera vorðin partur av KÍ-liðnum. Heima havi eg hoyrt nógv gott og spennandi um felagið, leikararnar og føroyskan fótbólt, sigur Erlend Hustad. Nú gleði eg meg til at koma at kenna føroysku mentanina og ætli mær at arbeiða knallhart fyri KÍ-búmerkinum, sigur nýggjasti KÍ-spælarin, sum í dag hevur vant við fyri fyrstu ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald