Fótbóltur

Váttað: Mattias Hellisdal til Västerås

- Eg síggi fram til at hjálpa liðnum í stríðnum um at koma upp í Allsvenskan, sigur Mattias, sum hevur skrivað undir fýra-ára sáttmála.

Mattias Hellisdal hevur vant saman við sínum nýggju liðfeløgunum og er farin í grønt og hvítt (Mynd: .vskfotboll.nu)

Mattias Hellisdal hevur vant saman við sínum nýggju liðfeløgunum og er farin í grønt og hvítt (Mynd: .vskfotboll.nu)

2025-08-22 10:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu um týsdagin, so skal Mattias Hellisdal nú spæla í Svøríki. B36 hevur selt sín unga og evnaríka miðvallara fyri ein ónevndan prís - men fyri ein prís sum verður skýrdur "rímiligur".

Sí eisini: Mattias Hellisdal er seldur til svenskan fótbólt

Västerås SK hevur fyri lítlari løtu síðani almannakunngjørt sín nýggja spælara á síðu sínari.

Har verður millum annað avdúkað, at Mattias vandi við liðnum fyri fyrstu ferð í morgun, og at hann verður tøkur at spæla í næstu viku. Eisini stendur at talan er um ein-fýra ára sáttmála: 19-ára gamli havnamaðurin er nú knýttur at Västerås til og við summarið 2029.

- Tað er spennandi at koma til VSK, og eg síggi fram til at hjlpa liðnum í stríðnum um at koma upp í Allsvenskan, sigur Mattias Hellisdal.

Västerås SK flutti niður úr Allsvenskan í fjør og stríðist nú fyri at koma uppaftur í bestu svensku deildina. Í løtuni er Västerås SK á 3. plássi í Superettan - trý stig eru upp til nummar 1 og 2, sum flyta beinleiðis upp úr næstbestu deildini.

[object Object]
Mattias Hellisdal í evropeiskum dysti fyri B36. Nú skal hann royna seg á hægri stigi (Mynd: Sverri Egholm)

- Eitt keyp fyri framtíðina og við stórum menningarmøguleikum

- Eg eri fyrst og fremst glaður fyri, at vit funnu Mattias á einum marknaði, har vit ikki hava verið og leitað áður.

Hetta sigur venjarin hjá VSK Kalle Karlsson. Hann rósar "skótanum" (scout) og staðfestir, at tá hann fyrst sá Mattias Hellisdal á video var greitt, at hetta fór at vera ein spælari, ið fór at hóska ógvuliga væl inn. 

Karlsson heldur fyri, at føroyingurin er bæði dugnaligur at "dríva bóltin" (reka frameftir við bóltinum) og í sjálvum alveringsspælinum. Hetta er ein avtala fyri framtíðina, sigur hann við vskfotboll.nu:

- Við slíkum spælarum royna vit at hugsa um framtíðin. Vit fáa at síggja, hvussu stórt fingramerki Mattias setur á í heyst - vit fara at geva honum tíð at venja seg við umstøðurnar og annað. Men tað er heilt víst ein spælari við stórum menningarmøguleikum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder