Í gjárkvøldið bóru vit søguna um, at StÍF skuldi hava nýggjan venjara til besta mansliðið.
Sí eisini: StÍF skal hava nýggjan venjara til besta mansliðið
Í kvøld hevur felagið váttað, at ein venjarabroyting verður framd.
Jesper Bak hevur staðið á odda á Skála síðani oktober 2023, tá hann kom úr VÍF - bæði hjá Burn-liðnum og hjá ungdómi. Eisini hevur 40-ára gamli danin verið virkin sum ungdómslandsliðsvenjari hjá Hondbóltssambandinum.
Stranda Ítróttafelag skrivar soleiðis á síðu sínari kvøld
StÍF og venjarin, Jesper Bak, steðga samstarvinum.
Jesper hevur verið venjari hjá besta mannsliðnum og havt ábyrgdina av menningini á ungdómssíðuni.
Vit vilja takka Jesper fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri felagið, og ynskja honum bestu eydnu á hondbóltsyrkisleið hansara.
Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, og vit kunna meira, so skjótt nýggjur venjari er funnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald