Fyrrapartin skrivaðu vit, at Súna Krossteig Hansen var sett í samband við ZRK Buducnost. Hetta var útfrá søgu hjá Handballtransfer, ið er ein vælvitandi donsk síða við flytingar søgum.
Handballtransfer heldur seg vita, at Súna Hansen hevur skrivað undir sáttmála við meistaraliðið í Montenegro.
Og Portalurin kann nú váttað, at hald er í hesum. Sambært fleiri keldum hevur 25-ára gamli landsliðsprofilurin gjørt avtalu við við ZRK Buducnost, sum er galdandi fyri kappingarárið 2026/2027 - við møguleikanum fyri at leingja við einum ári.
Hetta merkir, at Súna spælir árið liðugt í Skanderborg, sum aftur stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting í bestu donsku deildini.
Innan eina viku hava bæði Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen skift til stórfeløg í eysturevropa (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Enn eitt stórt skifti fyri føroyskan kvinnuhondbólt - HM havt sína ávirkan
Deildin í Montenegro er ikki eins sterk, og har hevur ZRK Buducnost Podgoricia verið einaráðandi í landsins søgu sum sjálvstøðugt land: Síðani 2007 hevur høvuðsstaðarfelagið vunnið meistaraheitið øll árini fyriuttan 2020 (18 av 19 árum).
Liðið vann eisini nógv meistaraheiti í Jugoslavia og er í Champions League á hvørjum ári. Í 2012 og í 2015 eydnaðist at vinna størstu kappingina fyri lið.
Harvið er talan um eitt veruligt stórfelag, hóast tað ikki gongst væl í ársins útgávu av kappingini. Og í Montenegro verður 25-ára gamla Súna Krossteig Hansen yrkisspælari á fyrsta sinni.
Í síðstu viku gjørdist greitt, at rumenska meistaraliðið hevur keypt Pernille Brandenborg úr norska Storhamar. CSM București er eisini fast Champions League-felag og vann kappingina í 2016.
Harvið er hetta annað stóra skifti hjá føroyskum landsliðsprofilum uppá stutta tíð - og stutt eftir væleydnaða HM-endaspælið.
Sum skilst var tað júst til HM í Týsklandi, at umboð fyri ZRK Buducnost fingu eyguni upp fyri Súnu K. Hansen. Føroyski bakspælarin og liðið høvdu eitt gott endaspæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald