Fótbóltur

Váttað: Celje leigar sín føroying út

Hanus Sørensen skal hava nógva spælitíð í næstbestu slovensku deildini í 2025-2026 - helst verður tað í stóran mun sum høgri bakkur.

Vantandi spælitíð í slovenska stórfelagnum ger, at Hanus Sørensen verður sendur eitt stig niður í fyrstu syftu (Mynd: Trigav Kranj)

Vantandi spælitíð í slovenska stórfelagnum ger, at Hanus Sørensen verður sendur eitt stig niður í fyrstu syftu (Mynd: Trigav Kranj)

2025-07-31 10:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu seinapartin í gjár, so hevur Hanus Sørensen spælt venjingardystir við einum liði í næstbestu slovensku deildini í juli.

Tá var tað ikki endaliga váttað, men alt bendi á, at alt var uppá pláss millum NK Celje, Hanus Sørensen og NK Triglav Kranj. Tíðliga í gjárkvøldið varð tað so eisini váttað:

- Hanus Sørensen hevur ymiskar altjóðar royndir, og hevur hann millum annað spælt í Danmark. Hann leiga vit alt hetta kappingarárið.

Nakað soleiðis skrivaði Triglav á sosialum miðlum sínum, í sambandi við at 24-ára gamli føroyski landsliðsspælarin var komin undir land.

Sleppur ikki framat í stórfelagnum - skal hava spælitíð

Hanus Sørensen skifti úr HB síðsta vetur, men eftir nógva spælitíð fyrstu tíðina í Slovenia, var tað ógvuliga soltið síðstu tíðina undan summarsteðgin.

Millum annað spældi føroyingurin als ongan leiklut í steypakappingini, sum NK Celje vann, og tað gjørdist greitt, at Hanus ikki heilt var í ætlanunum fyri kappingarárið 2025/2026.

[object Object]

Hørð kapping á høgra bakki, sum slovenska liðið heintaði hann inn til, og útlitini fyri spælitíðini gera, at Hanus Sørensen nú verður sendur til Triglav Kranj.

Talan er um lið, sum var eitt mál frá at flyta upp síðsta kappingarár. Nú fer liðið úr býnum, sum ikki er langt frá Celje, eftir tí aftur: Við Hanusi Sørensen á liðnum.

Tað er eitt fet niður hjá føroyska landsliðsspælaranum, men leigusáttmálin gevur orkuríka spælaranum møguleika fyri nógvari spælitíð, og verður tað helst ein sýnisgluggi. 

Triglav hevur vunnið venjingardystir móti ukrainska stórfelagnum Shakhtar Donetsk og HNK Gorica úr bestu kroatisku deildini. Hanus Sørensen hevur spælt í hesum. Landskappingin byrjar 9. august.

24-ára gamli føroyingurin hevur sáttmála við Celje til og við summarið 2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder