Í gjár spældi AC Horsens fyri aðru ferð eftir vetrarsteðgin, og eins og í dystinum móti Esbjerg, tapt nýggja liðið hjá Adrian Rúnason Justinussen.
Føroyski vongurin var ikki við í heimadystinum móti Lyngby, sum gjørdist seinasti dystur hjá Davidi Nielsen í AC Hornsen. Navnframi venjarin og fyrrverandi spælarin hevur sjálvur sagt seg úr starvi í dag.
- Eg viðurkenni, at úrslitini ikki hava verið nóg góð, og tað er tað besta fyri liðið og felagið at finna ein annan at standa á odda fyri porjektinum, sigur David Nielsen í kunngerðini.
Hann steðgar beinanvegin, og hjálparvenjarin Mads Kristensen tekur fyribils yvir.
AC Horsens er í løtuni á 5. plássi í næstbestu donsku deildini. Seks stig eru upp til uppflytingrpláss hjá einum av dýrastu hópunum í søguni í næstbestu donsku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald