Radnicki 1923 og serbiskur fótbóltur er í sorg.
Í fyrra hálvleiki undir dystinum móti Mladost í bestu serbisku deildini mánadagin, small Mladen Zizovic um. Bosniski venjarin hjá Radnicki varð skjótt koyrdur í ein sjúkrabil og av staðnum.
Spælið helt, men beint fyri steðgin - so skjótt boð komu á staðið og inn til dómaran - so blásti hann av.
Spælarar og fólk rundanum hjá báðum liðum, vistu beinanvegin hvat hetta merkti, og vóru menn sjálvandi týðiliga ávirkaðir av støðuni
Løtan tá dómarin blæsir dystin av sæst her - Radnicki eru teir í reyðum
Mladen Zizovic tók við venjari hjá Radnicki 1923 so seint sum 25. oktober. Triði dysturin í felagnum gjørdist seinasti fótbóltsdystur hjá 44-ára gamla bosniska venjaranum, sum eisini hevur virkað í heimlandinum, í Saudiarabia og í Norðurmakedónia.
Tað er óvist, nær - og um - dysturin millum Radnicki og Mladost verður tikin uppaftur. Næsti dystur hjá Radnicki er útsettur, og í Kragujevac verður syrgt.
- Vit hava ikki bert mist ein stóran venjara, men fyrst og fremst eitt menniskja og ein góðan ítróttarmann, sum sínari vitan, sínari orku og sínum integriteti lat nakað djúpt sita eftir hjá teimum, sum hann kendi.
Soleiðis skrivar Radnicki 1923, sum í dag hevur havt minnihátíð fyri Mladen Zizovic.
![]()
Mynd: Radnicki 1923
Radnicki 1923 spældi í summar fyri aðru ferð í søgu felagsins í Evropa. Har tapti liðið samanlagt 0-1 fyri KÍ. Venjarin hjá serbiska felagnum fór frá eftir dystin -Zizovic kom seinni í sessin.
Í 2024 var Mladen Zizovic, sáli, venjari hjá Jóan Símuni Edmundsson eitt stutt skifti. Hetta var í teimum báðum fyrstu mánaðunum hjá toftamanninum í norðurmakedónska felagnum Shkupi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald