
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Teir vóru í nógv ár liðfelagar í HB, eftir at evnaríku spælararnir komu úr ávikavist Víkingi og EB/Streymi tíðliga í tannáringaárunum. Adrian Rúnason Justinussen og Daniel Johansen eru javngamlir, báðir føddir í 1998, og hava eisini spælt nógv á landsliðum saman.
Júst farna kappingarár í Danmark hava teir spælt saman í Hillerød Fodbold, sum vann niðara endaspælið í næstbestu donsku deildini.
Adrian Rúnason Justinussen var glóðheitur í fyrru hálvu av kappingini, meðan Daniel Johansen hevur havt eina frálíka seinnu hálvu sum vinstri vongbakkur. Hetta hevur gjørt, at tekniskt dugnaligi spælarin nú aftur fekk landsliðsboð - nakað sum hann sjálvandi er ógvuliga fegin um og bert hevur bíðað eftir.
Sí eisini: Dysturin í Tbilisi hevur sanniliga eisini stóran týdning
Adrian og Daniel á tíðindafundinum á leikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Adrian og Odmar Færø á georgiska grasinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá venjingini og meira um stóra leikvøllin her: - Her kunnu allir íbúgvar í Føroyum sita
Av persónligum ávum hevur Daniel skift Danmark og Hillerød út við Føroyar og KÍ. Tað er nakað, ið var tað rætta nú, staðfestur bakkurin, sum millum annað hevur havt nógv upplegg seinastu mánaðirnar.
Adrian dugir ikki at siga, hvar framtíð hansara liggur eftir summarsteðgin - sum nú er, verður tað framhaldandi við Hillerød.
Teir síggja fram til at spæla á stóra leikvøllinum í Tbilisi (54.000+) og at nýta teirra dygdir á landsliðnum næstu dagarnar.
Føroyar og Georgia spæla venjingardyst í morgin, hósdagin 5. juni, klokkan 17 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald