
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Eins og í Baltic Cup í fjør, fekk hann møguleikan frá byrjan í einum venjingardysti. Gullbrandur Øregaard spældi eisini sum heild 90 góðar minuttir sum høgri miðverji hjá Føroyum í Georgia.
Hann helt sjálvur, at tað í summun støðum gjørdist ov lætt hjá Georgia at spæla, og at Føroyar kundu kanska trýst meira seint í dystinum.
Tó staðfestir 23-ára gamli Sandnes Ulf-spælarin, at tað eisini var ein stuttligur dystur at spæla, at liðið stríddist væl, og fegnast Gullbrandur um at vera við yvirhøvur.
Hann fekk boðini um vikuskifti, tá tað gjørdist greitt, at Samuel Johansen Chukwudi ikki kom við, tí hann er darvaður av skaða.
- Eg varð eitt sindur bilsin – eisini tá boðini komu um, at eg skuldi byrja inni. Var fyrst og fremst til reiðar uppá at bara gera tað væl til venjing, tá man kom við. Men eg royndi so mítt besta í kvøld.
Sí eisini: Video: Poul Kallsberg: - Errin av at umboða Føroyar
Í løtuni er Gullbrandur Øregaard liðformaður hjá Sandnes, sum ætlar at flyta uppaftur í næstbestu norsku deildini. Tað er júst í OBOS-deildini, at hann hevur spælt seinastu árini.
Gullbrandur gleðir seg til undandystin móti Gibraltar mánakvøldið og vónar, at nógvir føroyingar koma at stuðla. Hann hevur sjálvur altíð búð í Stavanger men hevur føroysk foreldur.
Les meira um dystin her: Tað vantaði nakað í hjá føroyingunum í Tbilisi
----------------------------------------------------------
Venjingardystur 5 juni
Georgia - Føroyar 1-0 (1-0)
9' Luka Lochoshvili 1-0
Mánadagin 9. juni, 2. hvítusunnudag, spæla Føroyar HM-undankappingardyst móti Gibraltar á Tórsvølli
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar (46' Adrian Rúnason Justinussen), Viljormur Davidsen (L), Daniel Johansen - Poul Kallsberg, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen - Patrik Johannesen
Hesir komu inn í 63. minutti: Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Petur Knudsen.
Longu í 70. minutti noyddist Petur av vølli aftur eftir ein nærdyst - Páll Klettskarð avloysti hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald