Landsliðið fór í dag undir fyrireikingarnar til venjingardystin móti Kasakstan týsdagin klokkan 17.
Hanus Sørensen skuldi til dopingeftirlit eftir dystin móti Kroatia og tískil ikki tøkur til samrøðu. Í dag var frægari og vónbrotið hevur lagt seg nakað.
- Tað hevði sikkurt verið frægari um man tapti fýra-fimm null, og føldi man ikki var tætt við. Men vit eru so tætt við og spæla so góðan fyrra hálvleik, so er tað ekstremt súrt, sigur Hanus Sørensen.
- Nú tveir dagar aftaná kann man hyggja við teimum stóru brillunum. Hóast alt kunnu vit vera hampiliga væl nøgdir við undankappingina, sigur vinstrivongurin.
Les eisini: Andrias Edmundsson farin heim
Hann setur eisini orð á venjingardystin móti Kasakstan týskvøldið. Kasakstan spældi javnt móti Belgia leygarkvøldið.
- Vit skulu minna okkum á, at vit spæla fyri tað føroyska landsliðið at hetta ikki er ein ókeypis dystur. Vit byggja uppá til Nations League.
- Teir spældu 1-1 móti Belgia í gjár (leygarkvøldið, red.) og tað er næstan líka stórt sum um vit fingu 1-1 móti Kroatia, so tað er ikki nakað vánaligt lið vit spæla ímóti. So vit skulu vera 100 prosent klárir, sigur Hanus Sørensen.
Hoyr samrøðuna omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald