Fótbóltur

Video: - Leikluturin í Svøríki fer at hóska betri til mín

Tróndur Mikkelsen setur orð á sítt skifti til Svøríki og staðfestir, at hann eftir tvey ár við skaðum kennir seg 100 prosent. - Kosovo er eitt heilt annað lið á heimavølli, sigur bakkurin eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-07 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin): Hann fyrireikar seg í løtuni til EM-undankappingardystin móti Kosovo, og meðan Føroyar vandu í gjár, kom kunngerðin úr Karlskrona um, at Tróndur Mikkelsen hevur skift felag.

Sí eisini: Váttað: Tróndur Mikkelsen til svenskan hondbólt

Sum Portalurin skrivaði í gjár, so skiftir Tróndur Mikkelsen úr norskum hondbólti til bestu svensku deildina.. Eftir venjingina í dag setti 24-ára gamli havnarmaðurin orð á skifti.

Tróndur heldur serliga, at tað fer at hóska væl, at hann kann spæla bæði í álopi og í verju. Vónandi kann hann eisini koma við stórari kropsligar styrki til verjuna.

Fyrrverandi Neistabakkurin hevur áður gjørt vart við seg við hørðum og góðum skotum. Skotøkslin hevur darvað seinastu tvey árini, eins og knæðið, men nú er Tróndur Mikkelsen har, at hann fær skýrt seg sum 100 prosent.

Hann hevði eisini sín leiklut í, at Kristiansand tryggjaði sær enn eitt ár í bestu norsku deildini, umframt at Tróndur stóð seg væl í útisigrinum í Niðurlondum.

Sí eisini: Óli Mittún: - Skuli fyrst og fremst til EM og vilja vinna bólkin eisini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder