
- Í hesum førinum vinnur NSÍ uppá síðsta spark í dystinum. Teir skapa nóg mikið av støðum gjøgnum dystin til at vinna hann, men ein annan dagin kundu vit akkurat tað sama vunnið; haldi eisini at vit skaptu nokk av støðum.
Tað var sjálvsagt ein vónbrotin Jákup Martin Joensen, sum vit hittu í Bylgjuni eftir 4-3 tapið fyri NSÍ. B36 var á odda 3-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki, men Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Brandur Hendriksson Olsen og hinir komu afturíaftur.
Jákup Martin heldur tó, at B36 hevur nógv at byggja víðari uppá, í mun til hópin og arbeiðsinnsatsin. Tað er serliga við bólti, at tað skal betrast, staðfestir venjarin eftir sín fyrsta almenna dyst sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðið felagsins.
Sí eisini: Brandur: - Stuttligt við slíkari byrjan (Video)
Sí eisini: Brandur Hendriksson avgjørdi við frísparki í 95.minutti
NSÍ - B36 4-3 (0-1)
2' Bogi Reinert-Petersen, br 0-1
63' Klæmint Andrasson Olsen 1-1
66' Jógvan Kárason Gullfoss 1-2
69' Bogi Reinert-Petersen 1-3
71' Klæmint Andrasson Olsen 2-3
82' Petur Knudsen, br. 3-3
90 (+5)' Brandur Hendriksson Olsen 4-3
Stigatalvan eftir 1. umfar
1. KÍ 3 stig
2. NSÍ 3 stig
3. HB 3 stig
4. Víkingur 1 stig
5. TB 1 stig
6. FC Suðuroy 0 stig*
7. EB/Streymur 0 stig*
8. B36 0 stig
9. B68 0 stig
10. 07 Vestur 0 stig
*Ætlaði dysturin í Vági varð ikki spældur vegna veður. Hann verður sum skilst spældur 22. ella 23. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald