
- Tað sæst eisini aftur á vøllinum, at talan er um bestu lið í Evropa, sum í hesum døgum eru í Føroyum og dystast um evropameistaraheitið.
Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari. Seinastu tíggju dagarnar hevur FSF verið vertir fyri EM-endaspælinum hjá U17 gentum, og nú eru fýra lond eru nú eftir í kappingini: Holland, Noreg, Italia og Frankaríki, sum í dag mikudagin skulu spæla hálvfinalur.
Klokkan 15 møtast Holland og Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 18:00 spæla Italia og Noreg á Tórsvølli.
Vinnararnir skulu spæla EM finaluna leygardagin 17. mai klokkan 18:00 á Tórsvølli.
Komandi heimsstjørnur í Føroyum
- Men hvussu hevur kappingin sæð út ítróttarliga, og á hvørjum stigi eru hesar genturnar, sum eru komnar til Føroya at spæla fótbólt?
Hesum og øðrum spurningum setti FSF Varpið hjálparvenjaranum hjá føroyska A-landsliðnum í hálvleikinum av stórdystinum millum Italia og Frakland hefyri.
Jacoba Langgaard vísir á, at stigið er ógvuliga høgt, og at her er talan um komandi heimsstjørnur. Hon vísir millum annað til áleypara hjá Fraklandi, ið spælir við Manchester City, og lágvaksna men tekniskt óvanlign sterkan norskan spælara.
Eisini sæst og verður tosað um serstøku detaljuna hjá Saru Benjaminsen í fyrsta dystinum hjá Føroyum.
- Hetta vísir kanska, at hon burdi farið uttanlands og roynt seg.
Samrøðan kann síggjast ovst ella HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald