Fótbóltur

Video: - Vegurin aftur á landsliðið hevur verið harður

Kappingin um plássini á landsliðnum er bara blivin harðari, og tað er ordliga gott; eg eri ekstremt glað fyri at standa her aftur í dag, sigur Maria Halsdóttir Weyhe. - Vit kunnu á enum góðum degi vinna á øllum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-14 20:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Vit kenna okkum væl fyri, taktikst og sinnisliga, at royna at taka Ísland hesaferð.

Hetta staðfestir Maria Halsdóttir Weyhe, sum nú stendur á gólvinum í Lambaughøllini í Íslandi dagin fyri sín fyrsta landsdyst í yvir tvey ár. 

Sí eisini: Súna Krossteig Hansen aftur og til reiðar at løna aftur

Eftir kappingarárið 2022-2023 fór hon úr H71 undir lesnað í Keypmannahavn, har tann hondbólturin, sum snildi bakspælarin spældi, var við ÍF Føroyum.

Hetta er ikki nóg mikið til landsliðspláss í hesum døgum, og Maria Weyhe fegnast eisini um, at kappingin er vorðin harðari - nú 25-ára gamla hoyvíkskvinnan kann fegnast um at vera aftur.

- Eg eri ekstremt glað fyri at standa her í dag. Havi havt gott samskifti við venjaratoymi og eri til reiðar at koma inn at gera tað, sum eg verið biðin um.

Spælskiparin kennir eisini egnar dygdir og skal spæla upp á tær. Maria staðfestir eisini fyri Portalinum, at tað hevur verið ein langur vegur aftur á A-landsliðið, men at hon hevur arbeitt hart fyri tí.

Í mun til dystin móti Íslandi í morgin, so heldur Maria Halsdóttir Weyhe eisini, at føroyingar hava ein fína møguleika. Liðið er væl fyrireikað, millum annað uppá 5-1 verjuna hjá Íslandi, og Føroyar kunnu vinna á øllum í bólkinum á einum góðum degi.

Hoyr alla samrøðuna ovast

Sí eisini myndir frá føroysku venjingini í dystarhøllini

HM-undankappingarbólkurin: 
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar

1. umfar.
Í morgin, mikudagin 15. oktober
20.30: Ísland - Føroyar

Sí eisini: Spæla endaspæl í vetur - byrja eina nýggja undankapping í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder