Keypmannahavn, Danmark (Portalurin): - Eg havi spælt sjey dystir við flættunum og ongan dyst tapt enn.
Hetta staðfesti Andrias Edmundsson, tá Portalurin fekk orðið á føroyska miðverjan undan venjingini á Sundby Idrætspark í dag.
Sí eisini: Myndir: Føroyingar trívast væl á Amager
Áðrenn heimasigrarnar hjá Føroyum á Montenegro og Kekkia í síðsta mánaði hevði 24-ára gamli toftamaðurin fingið ett serstakt hársnið, sum eisini varð tikin nakað fram.
Sí eisini: Haldi hárið riggar skide gott
Ein ógvuliga fegin Andrias Edmundsson á Skansanum eftir 4-0 sigurin á Montrnegro (Mynd: Sverri Egholm)
Tá tosaði Andrias Edmundsson tosaði við okkum, komu vit inn á tað at skora mál.
- Eg havi umleið eitt skot uppá mál pr. dysti í Póllandi, sum plagar at fara út av stadon. So tað man fara at eydnast.
Tað gjørdi tað sunnukvøldið fyri Wisla Plock.
- Venjarin í Póllandi hevur í longri tíð grenjað um, at at eg skal skora fleiri mál. Tann eini miðverjin helt, at styrkin lá í hárinum, sigur Andrias Edmundsson við Portalin í Danmark.
Hetta við heldur nýggjari útgávu av flættunum - við reyðum, bláum og "hvítum".
- Hann skilt ikki so væl enskt, men eg eri vælnøgdur við hetta.
Andrias Edmundsson setti eisini orð á uppgávuna í Kroatia fríggjakvøldið - Hví ikki helt føroyski miðverjin fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald