
Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Eg havi havt ein dúgvan skaða, sum eg havi verið darvað av skaða í 13 mánaðir, so tað hevur verið leingi at talt niður til landsdyst. Men nú venji eg fult við, merki einki í fótliðnum og eri púra klár, so tað er fantastiskt.
Súna Krossteig Hansen beklaði illa undir upptøkunum til lýsingarfilm stutt undan EM-endaspælinum. Hóast bakspælarin spældi undir EM-endaspælinum, so hevur fótliðurin á ein hátt órógvað í eitt ár.
Seinastu vikurnar hevur kvika havnarkvinnan tó spælt við fullari ferð í Skanderborg, og hevur hon eisini staðið seg væl. Millum annað varð Súna K. Hansen dagsins spælari í steypadysti í síðstu viku.
- Eg komi inn við spæligleði og sjálvsáliti og føli, at vit sum lið eru topptunaðar til undankappingna. Tað er líka Maria Nólsoy, sum er ivasom til hendan dystin av teimum føstu, men vit hopa, at hon verður klárt
Les meira: Undan fyrsta undankappingardystinum: Ivamál um Mariu Pálsdóttir Nólsoy
Súna Krossteig Hansen til dagsins venjing - sí fleiri her
Súna spældi ikki í HM play-off dystunum móti Litava í apríl vegna sjúku og skaða. Mikudagin eitur uppgávan Ísland í fyrsta umfari av seks í undankappingini til EM 2026.
Íslendsku kvinnurnar vunnu báðar dystirnar móti Føroyum í undankappingini til seinasta EM. Súna Hansen var ikki við til fyrra dystin tá, men 25-ára gamli profilurin er uppsett nú:
- Tað verður ein dystur við tveimum liðum, sum vilja spæla nokso líka; við nógvari ferð. Vit ætla at stýra dystinum og fara eftir at vinna...at løna teimum tapini frá seinastu undankapping aftur.
Mikukvøldið klokkan 20.30 føroyska tíð spæla Føroyar og Ísland í 1. umfari í undankappingini til EM 2026. Meira úr Íslandi í morgin
Sí eisini: Myndir: Fara nú aftur eftir einum EM-plássi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald