Fótbóltur

Video: - Vit hava klókar hondbóltsspælarar og høgt toppstig

Vit fara hundrað prosent eftir at koma víðari úr bólkinum, meðan minsta málið er at enda í topp-15. Hetta sigur Jákup Egholm, vongur á U20-landsliðnum, undan EM-endaspælinum, sum byrjar mikudagin og verður víst á Portalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-07-06 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava víst tað áður, serliga móti Týsklandi í fjør, at vit kunnu spæla upp ímóti øllum á degnum. Tá spældu vit bara hondbólt, sum vit duga - og vit hava klókar og kvikar spælarar.

Hetta sigur Jákup Egholm, týðandi spælari á U20-landsliðnum sum mikudagin setur orð á U20 EM-endaspælið í Rumenia.

Dysturin dugnaligi vinstri vongurin sipar til, var javnleikurin móti Týsklandi í U19 HM í 2025. Týskarar endaðu við at gerast heimsmeistarar, men Føroyar vunnu teir á.

Og tað heldur Jákup lýsir Føroyar væl: Eitt lið sum hevur eitt høgt toppstig - men sum skal lyfta sítt botnstig nakað.

Hoyvíkingurin hevur eisini verið við eldru árgangunum til endaspæl og setur orð á munin á teimum og so 06- og 07-arunum, sum í dag hava ferðast til Rumenia.

Føroyar eru í bólki saman við Serbia, Turkalandi og Sveis. Fyrsta uppgávan er Serbia mikukvøldið; eitt kropsliga sterkt lið, sum tó burdi ligið fínt til Føroyar, vísir Jákup Egholm á. 

Dysturin kann stroymast á Portalinum mikudagin 8. juli 17.30.

Fyrsta málið hjá Føroyum er at koma víðari úr hesum bólkinum, til miðumfarið. Um tað ikki eydnast, skulu føroysku U20-menninir enda í topp-15 fyri at tryggja sær pláss í U21 HM-endaspælinum næsta ár

Hoyr samrøðuna, sum vit gjørdu við Jákup Egholm í Hoyvíkskhøllini sunnudagin, ovast.

Myndir: Seinasta venjing undan EM-fráferð

Sí skránna fyri bólkaspælið her - tvey lið koma víðari til miðumfarið, sum er fyrsta málið hjá føroyska liðnum

Mikudagin 8. juli 17:30
Serbia-Føroyar

Hósdagin 9. juli 12:30
Føroyar-Turkaland

Leygardagin 11. juli 17:30
Sveis-Føroyar

Til ber at síggja allar dystirnar beinleiðis og ókeypis á Portalinum og lurta beinleiðis á FM1

--

Málverjar:
Ingi Johannesen, Neistin
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Útileikarar:
Magnus Árason, Mors-Thy Håndbold
Filip Haldansen, VÍF
William Napoleon Djurhuus, H71
Jákup Egholm, TMS Ringsted
Helgi Haldórsson Fossádal, H71
Torkil Debes Dahl, EB
Jógvan Andreas Lamhauge, Neistin
Julian Joensen, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Pauli Hentze Rasmussen, TMS Ringsted
Jón Eyðunsson Midjord, Neistin

Venjarar hjá liðunum eru Scott Harrington og Kristinn Guðmundsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder