Fótbóltur

Video: AIK vann oddadystin

Liðið hjá Mikkjali Thomassen er nú einsamalt oddalið í Allsvenskan. Mjällby legði seg á odda tíðliga, men tað endaði 2-1 í Stokkhólmi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-12 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um ein góðan fótbóltssunnudag hjá stórfelagnum í Solna-partinum av Stokkhólmi. 

Mjällby legði seg annars á odda tíðliga, men liðnum hjá Mikkjali Thomassen fekst vend í longur út á dystin.

20-ára gamli Victor Andersson javnaði við sínum fyrsta Allsvenskan máli miðskeiðis í 1. hálvleiki, og eftir ein tíma avgjørdi liðformaðurin Anton Saletros, tá hann prikaði bóltin í málið.

Sí hæddarpunkt ovast ella HER

Tað endaði 2-1 á Strawberry leikvøllinum. Liðini vóru jøvn í stigum frammanundan, og tískil var hetta talan um týðandi sigur í veruligum oddadysti hjá Mikkjali og teimum.

Eftir átta umfør í fremstu svensku deildini hevur AIK tjúgu stig og er ósigrað. Trý stig eru niður til Mjällby og grannarnar úr Hammarby.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder