Fríggjadagin 27. mars skulu Áki Samuelsen og liðfelagarnir á føroyska U21-landsliðnum spæla lykladyst í EM-undankappingini móti Sveis. Um tað eydnast Føroyum at vinna ella fáa stig í Sveis, so liggur liðið veruliga væl fyri í stríðnum um pláss í EM-endaspælinum næsta ár.
Føroyski liðformaðurin fekk eina frálíka upptakt. Sunnudagin spældi hann seinna hálvleik, tá Mjällby vann 3-0 á GAIS í steypahálvfinaluni í Hällevik.
Tað var 2-0 í steðginum, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økti heimaliðið til endaliga úrslitið.
Málini og hæddarpunktini síggjast omanfyri ella á Youtube-síðuni hjá Allsvenskan - Áki Samuelsen spælir við 23-talinum á rygginum hjá liðnum í gulum og bláum. Hann sæst millum annað vera við at skapa ein málmøguleika
Mjällby er svenskur meistari og hevur vunnið allar dystirnar í steypakappingini, sum hava verið í februar og í mars - einasti kappingardystir sum hava verið í Svøríki í 2026 eru steypadystir.
Í fjórðingsfinaluni 14. mars legði Áki Samuelsen upp til eitt mál í 4-0 sigrinum á stórfelagnum Malmö.
Tað sæst eftir 2.10 her
14. mai er steypafinala á skránni. Hon verður móti høvuðstaðarfelagnum Hammarby, sum endaði nummar tvey í Allsvenskan í fjør. Hammarby stríddi seg í steypafinaluna við sigri eftir brotssparkskapping móti Sirius sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald