Áki Samuelsen hevur verið nakað darvaður av skaða í seinastuni, men vongurin varð mánadagin úttikin til A-landsliðið fyri aðru ferð.
Í útsetta dystinum móti AIK mikukvøldið spældi Áki Samuelsen fyrra hálvleik, áðrenn hann varð spardur.
22-ára gamli føroyingurin nýtti tó tíðina væl: Í 19. minutti fekk hann bóltin í vinstru, og nummar 23 sveiggjaði bóltin ógvuliga væl innfyri við høgra fótinum.
Hann endaði á høvdinum hjá Jacob Bergstrøm, og so var 1-0 til Mjällby.
Heimaliðið javnaði fimm minuttir fyri steðgin, og tað endaði 1-1 á stóra Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi.
Martin Agnarsson var ikki í dystarhópinum í gjár.
Mjällby spælir sunnudagin seinasta dystin undan landsliðssteðgin. Hetta á heimavølli móti GAIS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald