Fótbóltur

Video: Áki Samuelsen við máli og uppleggi

21-ára gamli havnarmaðurin ger av álvara vart við seg í Ranheim. Í gjár gekk tað útyvir Mjøndalen - tað endaði 4-1, og talan var um triðja landskappingarsigurin á rað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-12 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu seks dystirnar hevur hann fimm málstig og sum sæst á videobrotinum omanfyri, so bjóðar Áki Samuelsen ofta mótsstøðuverjuni av.

21-ára gamli føroyski vongurin tekur eisini nakrar deyðbóltar, og hann var nær við at skora eitt mál uppá fríspark - og leggja upp til eitt við frísparki - móti Mjøndalen.

Tað var sum so ikki neyðugt: Ranheim vann 4-1 á útivølli móti Mjøndalen, sum er gamla felagið hjá Meinhardi Egilsson Olsen. Og Áki fekk eitt mál og eitt upplegg.

Áki Samuelsen skoraði fyrsta málið í dystinum. Hetta var eftir góðan túr í vinstru, og eitt satt høgg. - Málverjin ongan møguleika, staðfestu viðmerkjararnir.

Málið sæst beint eftir 1.00 á videobrotinum omanfyri - tað sæst eisini HER
Ranheim er í lilla blusum, og Áki Samuelsen spælir í nummar tíggju.

Havnarmaðurin átti eisini uppleggið til 3-1 málið hjá Ranheim, og  talan var um triðja landskappingarsigurin á rað. Eftir eina trilvandi byrjan í næstbestu norsku deildini, við trimum ósigrum, er Ranheim nú nummar átta av teimum 16 liðunum ó OBOS-deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder