Fótbóltur

Video: Árni og Páll snýta málverjan og allar hinar

Tað fyrra málið í Luksemborg var ógvuliga snilt og flott frá Árna Frederiksberg og tað seinna var klassikt KÍ. Her ber til at síggja málini, sum sendu KÍ víðari í Champions League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-07-16 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fekk bóltin í høgru, eini 35 metrar frá málinum, hevði pláss, hugdi upp, sá at málverjin hjá Bissen var á veg út og væntaði eitt innlegg - sum allir hinir - men so sveiggjaði 7'arin hjá KÍ vinstra fótin.

Hetta hevur hann gjørt áður, og minti 1-0 málið hjá Árna Frederiksberg mikukvøldið ikki sørt um minniliga 1-1 málið móti Molde í somu kapping í 2023.

Tá var Árni Frederiksberg glóðheitur, og 7'arin hjá KÍ er eisini byrjaður ógvuliga væl í kappingini í ár: Eitt mál og tvey upplegg í samanlagda 4-2 sigrinum hjá KÍ.

[object Object]
Árni Frederiksberg fegnast eftir flotta leiðslumálið í Luksemborg 

[object Object]Tað kundi hann eisini gera eftir seinasta bríksl (Myndir: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

34-ára gamli vongurin hevur nú skorað 15 ferðir í evropeisku kappingunum, og tað hevur Páll Klettskarð eisini - áleyparin sum legði bóltin væl av til Árna í sambandi við 1-1 málið.

Tað var 1-1 nakað inn í 2. hálvleik, tá KÍ gjørdi sum í 1. og 2. umfari í Conference League í fjør, og so ofta áður í føroysku kappingini: Beinrakið hornaspark frá Árna Frederiksberg til fremstu stong, har Páll Andrasson Klettskarð kom rennandi á perfektan hátt og stýrdi væl bóltin í málið við høvdið: Effektivt.

[object Object]
Eisini í Klaksvík skoraði Páll Klettskarð eftir innlegg frá Árna Frederiksberg - hetta væl útførda málið var eftir fríspark (Mynd: Sverri Egholm) 

Sí málini frá 2-1 sigrinum, sum sendi KÍ víðari ovast ella her

Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Í gjár, mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
FC Atert Bissen - KÍ 1-2 (1-1) - Samanlagt 2-4 
9' Árni Frederiksberg 0-1
25' Roman Ferber 1-1
59' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 1-2

Meira um dystin her

Les eisini: Evropeisku toppskjúttarnir slógu til og KÍ víðari í Champions League

------------------------------------------------------

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)

Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Kaunas
17.00: Kauno Zalgiris - 

Sí eisini: Aftur Champions League-fótbóltur í Klaksvík týskvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder