
Man leggur ikki so nógv merki til teir og teir fáa ikki nógva umtalu, men liðleiðararnir hava ein týdningarmiklan leiklut.
- Tað fer nógv tíð til tað, og tað blívur ein lívsstílur til endans, sigur Álvur Joensen.
Vit hittu teir báðar liðleiðarnar hjá Víkingi Jóan Petur Olsen og Álv Joensen á spælarahotellinum í Belfast í gjár.
Í hesum døgum hava teir eisini annað at hugsa og fegnast um, enn bara um fótbólt. Seinastu vikuna eru báðir nevniliga blivnir abbar. Jóan Petur Olsen gjørdist abbi stutt áðrenn dystin á Tórsvølli í síðstu viku, og Álvur Joensen stutt áðrenn fráferð til Belfast mánadagin.
Sí samrøðuna sum Rúni á Reynatrøð gjørdi omanfyri.
Víkingur spælir hóskvøldið seinna dystin í Conference League móti Linfield í Belfast. Liðið úr Eysturkommunu vann fyrra dystin 2-1. Dysturin hóskvøldið byrjar klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald