Fótbóltur

Video: Búði leingi í Leirvík men heldur við KÍ

Alfred Eliasen er klaksvíkingur og reiðari á útróðrarbátinum Beinta: - Í fótbólti er tað sum við fiskiskapi, at man vil altíð vera bestur. So tað verður spennandi í steypafinaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-30 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF Varpið: Sjálvt um hann hevur búð í Leirvík í nógv ár, og synir og onnur í familjuni halda við Víkini, so er eingin ivi: Alfred Eliasen heldur við KÍ, og vónar at Løgmanssteypið fer at koma aftur til Klaksvíkar

Seinnapartin mikudagin var FSF Varpið ein túr norðuri á Stongunum í Klaksvík, har menn egndu og gjørt klárt at fara nýggjan túr.

Ein teirra, sum rokaðist á bryggjukantinum, var reiðarin á útróðrarbátinum Beinta, Alfred Eliasen.

Alfred er klaksvíkingur við stórum K, og sjálvt um hann ein stóran part av lívinum hevur búleikast í Leirvík, er hann KÍ’ari um ein háls.

Sí og hoyr samrøðuna hjá FSF Varpið við Alfred Eliasen ovast ella á youtube-rásini

Sí eisini: (Video): Salomon trýr altíð upp-á Víkking

Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder