
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur eftir fimm umfør næstflest mál av øllum í Bundesliguni: 45, tað vil siga níggju í miðal.
THW Kiel hevur sum tað einasta liðið í deildini fult stigatal. Úrtøkan er tíggju stig eftir 41-34 sigurin á Leipzig í gjár.
Har var føroyski spælskiparin næstbesti toppskjútti við átta málum og legði hann upp til flest mál - sjey.
Í samandráttinum ovast, sum eisini sæst á Youtube, er tað fyrsta málið eitt kontramál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Upplegg hjá nummar 71 eru eisini við - tað á 2.40 er ógvulig snilt: "Wunderschön" sum týski viðmerkjarin segði.
THW Kiel spælir heimadyst móti einum av botnliðnum, Minden, hóskvøldið 25. september klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald