Fótbóltur

Video: Errin av at umboða Føroyar

Poul Kallsberg var tó vónbrotin av úrslitinum í Georgia og heldur, at føroyingarnir skulu tora betri at spæla til tíðir. - Eg eigi eisini mítt í málinum hjá teimum, og tað er keðiligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-05 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Georgia, Tibilisi (Portalurin): Tað var ein vónbrotin strandingur, sum annars hevði fingið sín byrjanardyst fyri føroyska A-landsliðið á einum stórum leikvølli, sum Portalurin hitti fyri lítlari løtu síðani.

Stóra orsøkin var 1-0 tapi, og at Poul Kallsberg sjálvur var nakað íblandaður í málinum.

- Eg missi mín mann...sum er ógvuliga keðiligt.

22-ára gamli vongurin úr Víkingi helt eisini, at føroyingar ikki fingu sítt spæl nógv nógv at koyra fyri steðgin; at tað kanska gjørdist heldur verjukent.

- Tað var betri í 2. hálvleiki. Tá tordu vit betri at spæla, og tað skulu vit eisini halda fram við. So skulu møguleikar og mál nokk koma.

Poul hevur fingið blóð uppa tonnina til fleiri slíkar dystir á høgum stigi. Hann spældi beint yvir ein tíma í dag.

Les meira um dystin her: Tað vantaði nakað í hjá føroyingunum í Tbilisi

----------------------------------------------------------

Venjingardystur 5 juni
Georgia - Føroyar 1-0 (1-0)
9' Luka Lochoshvili 1-0

Mánadagin 9. juni, 2. hvítusunnudag, spæla Føroyar HM-undankappingardyst móti Gibraltar á Tórsvølli

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar (46' Adrian Rúnason Justinussen), Viljormur Davidsen (L), Daniel Johansen - Poul Kallsberg, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen - Patrik Johannesen

Hesir komu inn í 63. minutti: Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Petur Knudsen. 
Longu í 70. minutti noyddist Petur av vølli aftur eftir ein nærdyst - Páll Klettskarð avloysti hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder