Fótbóltur

Video: Føroyskt frísparksinnlegg við at tryggja týðandi sigur í Svøríki

Mattias Hellisdal spældi 75 minuttir á miðvøllinum og legði upp til einsamalla málið, tá Västerås basti Djurgården. eina viku eftir 6-0 tap fyri sama liði. Mattias og teir eru nú á 6. plássi og kappast um evropeiskt pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-11 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. august tapti Västerås SK heili 6-0 í Stokkhólmi, tá eitt av føroyingafelagnum í Allsvenskan vitjaði Djurgårdens.

Men mánakvøldið 10. august var vent í holuni, tá Djurgårdens vitjaði í Västerås.

Mattias Johnnyson Hellisdal byrjaði á bonkinum í síðstu viku og kom inn, tá eini tími var farin, og støðan var 6-0. Í gjár byrjaði 20-ára gamli føroyingurin inni á sentrala miðvøllinum í bestu svensku deildini; hetta fyri fyrstu ferð síðani síðst í mai.

Har spældi Mattias 75 minuttir - og stóð sterkur í myndini. Hetta vísa tølini, og tað framgongur eisini á svenskum síðum. 

Nummar 30 varð eisini avgerandi, tí tað var góði føroyski høgri fóturin, sum átti frísparksinnleggið, sum Bonaventure Lendambi stútaði í málið til 1-0. Marrias Hellisdal legði hegnisliga innfyri úr høgru og fann áleyparan.

Sí hæddarpunktini ovast ella á Youtube - uppleggið hjá Mattiasi Hellisdal er á 0.38.

Hetta varð einasta málið í dystinum. 1-0 sigurin ger, at Västerås og Mattias Hellisdal nú eru á 6. plássi. Uppflytararnir eru mitt í ógvuliga tøttu evropeisku plássunum, nú liðið hevur spælt helmingin av dystunum: Bert eitt stig er upp til júst Djurgårdens og 3. plássi.

Næsta uppgáva er Elfsborg hóskvøldið.

Í kvøld klokkan 19.15 spæla hinir føroyingarnir í bestu svensku deildini, Áki Samuelsen og Martin Agnarsson, seinna dystin í 3. umfari í Champions League. Hann verður í slovakiska høvuðsstaðnum, har Slovan Bratislava tekur ímóti. Slovan vann 2-1 í Svøríki og er harvið favorittur at fara víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder