Í vetur skifti hann úr Víkingi til Vendsyssel - fyri fyrstu ferð til lið uttanfyri landoddarnar.
Ari Olsen hevur nú spælt ellivu kappingardystir fyri liðið í triðbestu donsku deildini. Og hann hevur ikki roynt at tapt enn.
Sigurin í Næstved leygardagin var tann fjórði á rað í ovara endaspælinum, og hann gjørdi, at Vendsyssel økti um munin til júst Næstved í stríðnum um annað øðrum uppflytingarplássinum.
27-ára gamli føroyski bakkurin og liðfelagarnir byrjaðu annars illa, tí eftir tíggju minuttir var 1-0.
Men bert ein minutt seinni vann Vendsyssel brotsspark, og Næstved fekk reytt kort, Hóast Vendsyssel brendi eitt brotsspark stutt seinni, so var skjótt 3-1 til útiliðið.
Tað var nummar 22, Ari Olsen, sum skoraði seinasta málið í sambandi við eitt hornaspark, har høgri bakkurin fekk prikað bóltin í netið.
Fimm umfør resta í hjá Ari og teimum, og Vendsyssel, á 2. plássi, hevur seks stig niður til Næstved. Tvey lið fara upp í næstbestu deildina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald