Í triðja umfari í næstubestu norsku eydnaðist Sandnes Ulf at fáa síni fyrstu trý stig.
Liðið flutti upp aftur úr triðbestu deildini síðsta kappingarár við Gullbrandi Øregaard sum liðskipara.
23-ára gamli verjuspælarin, við 16 U21-landsdystum og tveimum A-landsdystum fyri Føroyar, átti fyrsta møguleikan í Oslo í gjárkvøldið: Nummar 5 sæst stúta eftir hornaspark (á 0.43)
Olaf Bárðarson kom til felagið í vetur, og gøtumaðurin tók av møguleikanum, tá hann byrjaði inni móti Lyn.
Í 63. minutti vann vongurin, sum mánadagin spældi mitt á miðjuni, sjálvur bóltin, streyk avstað, snýtti tveir verjuspælarar og snýtti eisini málverjan.
Málið sæst eftir 4.00: Olaf Bárðarson (nummar 7) fagnar sjálvur bóltin í miðkringinum
Sí hæddarpunkrini ovast ella á Youttube-síðuni hjá TV2 Sport
Flott mál hjá føroyingunum, sum nú hevur skorað sítt fyrsta almenna mál í norskum fótbólti. Víkingurin, Gullbrandur og hinir kundu eisni fegnast eftir seinasta bríksl: Tað endaði við 2-0 sigri til Sandnes Ulf.
Sunnudagin klokkan 16 spæla Olaf, Gullbrandur og Sandnes móti Strømgodset, sum hevur Mattias Lamhauge í málinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald