Fótbóltur

Video: Fyrsti dysturin hjá føroyingi í Serie A

Tað endaði 0-0 millum Hellas Verona og Pisa: Fáir málmøguleikar hjá botnliðunum men Andrias Edmundsson stóð seg væl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-07 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Andrias Edmundsson skrivaði fríggjakvøldið søgu sum fyrsti føroyingur í Serie A.

Dysturin millum tvey tey aftastu liðini í krútsterku deildini, var annars ikki besta reklaman fyri fremstu italsku deildini: Tað var merkt av nógvum tekniskum villum og vantandi undirhaldi, og áskoðararnir hjá Hellas Verona vístu sýna ónøgd eftir síðsta bríksl. 

Verjuspælið var betri enn álopskenda spælið, og 25-ára gamli toftamaðurin stóð sterkur í myndini: Føroyski landsliðsvenjarin var ein av teimum bestu spælarunum á vøllinum.

Les eisini: Hann er ein risi: Andrias við at halda málið reint í fyrsta Serie A-dystinum

Liðini høvdu eina roynd hvør á stongina - annars vóru ikki nógvir stórir málmøguleikar. Móti endanum vóru gestirnir úr Pisa nærri við at skora.

Sí hæddarpunkt ovast ella á Youtube-síðuni hjá Serie A

Hellas Verona er framvegis aftast í Serie A. Lykladystur verður aftur næsta vikuskiftið - 15. februar - móti Parma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder