
Í fjør vann Breiðablik á Víkingi Reykjavík á seinasta leikdegi í landskappingini og endaði harvið við gullinum. Gunnar Vatnhamar og teir noyddust at taka til takka við silvurheiðursmerkinum, men í løtuni stevna teir ímóti øðrum meistaraheitinum uppá trý ár.
Eftir 22. umfør í Besta Deild eru tey tólv liðini nú býtt í tveir bólkar. Stigini fylgja við, og í tí fyrsta av seks umførum í ovara endaspælinum økti Víkingur Reykjavík um munin niður til Val á 2. plássi.
Hetta tí at Valur spældi 1-1 móti Breiðablik, meðan Víkingur Reykjavík vann 2-1 í grannauppgerðini móti Fram.
Víkingur legði seg á odda við brotssparki tíggju minuttir eftir steðgin, men um miðjan seinna hálvleik stútaði Víkinga-liðformaðurin Oliver Ekroth beint til ein spælara hjá Fram, sum takkaði fyri og javnaði.
Í 79. minutti eydnaðist tað tó Gylfa Sigurðsson at avgera dystin við góðum vinstrabeins-skoti. Hæddarpunktini síggjast omanfyri ella her
Gunnar Vatnhamar fekk ein skaða í juli og var úti í nakað yvir ein mánað. Nú hevur 30-ára gamli leirvíkingurin tó spælt fýra dystir á rað - fyri Føroyar og Víking Reykjavík. Móti Fram var føroyingurin aftur stinnur í miðverjuni.
Gunnar og teir spæla aftur mánakvøldið í Garðabær. Har tekur Stjarnan, sum eins og Valur er fýra stig aftanfyri Víking Reykjavík, ímóti. Fýra umfør resta í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald