Fótbóltur

Video: HB tryggjaði sær stigið móti B36 stutt fyri leiklok

Sí hæddarpunktini frá grannauppgerðini millum HB og B36 sunnudagin, sum endaði við javnleiki sum so mangan áður. 2-2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-15 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað blívur ofta javnleikur tá grannauppgerð er í Havn, og í gjár var einki undantak.

Liðini skiftust til at hava leiðsluna, men tað endaði sum so mangan við javnleiki í grannauppgerðini í høvuðsstaðnum. HB var á odda 1-0 í hálvleikinum við brotssparksmáli, sum Emil Pedersen skoraði.

Í seinna hálvleiki svaraði B36 tvær ferðir aftur við málum frá Ragnari Samuelsen. B36 var á odda 2-1 til stutt fyri dystarlok, tá ið Lassana Faye javnaði til 2-2 fyri HB, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.

Síggj samandrátt av dystinum frá Televarpinum omanfyri.

Fleiri samandráttir síggjast á tv.fo her

--

Betri deildin 22. umfar
Sunnudagin 14. september 2025
HB - B36 2-2 (1-0)
21' Emil Grøn Pedersen 1-0 br.
55' Ragnar Samuelsen 1-1
69' Ragnar Samuelsen 1-2
86' Lassana Faye 2-2

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder