Videobrotið omanfyri er ikki í serliga høgari góðsku, men ein hevur so møguleikan at síggja tey fýra málini hjá NSÍ - sum øll vóru í høgari góðsku á ymsan hátt.
Sí eisini: Emil: - Heilt fantastiskt og gevur blóð uppá tonnina til meira
Hoyr eisini: Video: Brandur vil ikki selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin
NSÍ hevði møguleikarnir til fleri mál; serliga Michal Przybylski, Jasper van der Heyden og Klæmint Andrasson Olsen vóru nær við nakrar ferðir.
![]()
Jasper van der Heyden iðrar seg, eftir at hann var heilt nær við at økja til 5-0. Belgiski vongurin var ein støðug hóttan fyri HJK (Mynd: Sverri Egholm)
Michal Przybylski og Klæmint Andrasson Olsen í málinum - men bólturin er ikki í málinum (Mynd: Sverri Egholm)
![]()
Klæmint Andrasson Olsen hevur aftur sligið til: 4-0 og stórur fagnaður (Mynd: Sverri Egholm)
Klæmint fekk eitt ordiligt "Klæmint-mál" móti endanum - eftir enn eitt frálíkt innlegg frá Jann Benjaminsen. Hetta var mál nummar ellivu hjá 34-ára gamla rituvíkinginum í evropeiskari kapping.
Emil Weihe Joensen, ið spældu ein frálíkan dyst á sentrala miðvøllinum, skoraði sítt fyrsta evropeiska mál. Tað gjørdu útlendsku verjuspælararnir Fabian Ness og Daniel Obbekjær eisini.
![]()
Her er tað Fabian Ness, sum er kringur eftir sítt mál til 2-0 (Myndir: Sverri Egholm)
Stórur fagnaður aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Hósdagin skal NSÍ royna at gera arbeiði liðugt í Helsinki fyri at koma víðari til 2. umfar.
Sí eisini: Kristian: Kunnu ikki bara verja tað heim í Finnlandi
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Djúpumýru
NSÍ - HJK Helsinki 4-0 (2-0)
12' Emil Weihe Joensen 1-0
35' Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
76' Daniel Obbekjær (Jann Benjaminsen) 3-0
83' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 4-0
Reytt kort: Jere Kallinen (23')
NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen
Eingin útskifting varð gjørd
Sí eisini: Stórbærur og stórir NSÍ-sigur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald