Fótbóltur

Video: Ivasom støða - TB málverjin fekk reytt kort

Anders Tønnesen fekk reytt kort fyri at halda bóltinum uttanfyri brotsteigin. Síggj hæddarpunkt frá dystinum TB-B36.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-22 20:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mest umrødda støða í 23. umfari í Betri deildini um vikuskiftið man vera tá TB-málverjin Anders Tønnesen fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti B36.

Tað var síðst í fyrra hálvleiki, at dómarin á Høvdanum metti, at Anders Tønnisen hevði hildið bóltinum uttanfyri brotsteigin.

Sjálvsagt var stór ónøgd í TB-leguni um dómaravgerðina. Hon hevur eisini við sær, at, Anders Tønnesen hevur leikbann í Suðuroyarbrakinum næsta vikuskiftið. Ein dystur sum eisini hevur stóran týdning í stríðnum um at yvirliva í bestu deildini.

B36 vann dystin 5-0.

Síggj hæddarpunktini frá dystinum sum Televarpið vísti í gjár omanfyri.

Fleiri samandráttir síggjast á tv.fo her

--

Betri deildin 23. umfar

22. september 2025
TB - B36 0-5 (0-1)
26' Pætur Petersen 0-1
45+1' Anders Tønnesen reytt kort
59' Pætur Petersen 0-2
85' Marius Kryger Lindh 0-3
90' Tobais Hansen 0-4
90+4' Tobias Hansen 0-5

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder