Fótbóltur

Video: Javnaðu men megnaðu ikki at halda fast móti Sveis

Føroysku U21-menninir spældu ein góðan dyst móti næst hægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Sí hæddarpunkt – millum annað málið hjá Jóhan Josephsen og onkran risamøguleika her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-15 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fingu ikki stig burturúr móti Sveis, men avrikið var gott, og ungu føroyingarnir kundu fingið stig.

Eitt var stóri møguleikin hjá Virgari Jónsson í 1. hálvleiki – eitt annað var, at Jóhan Josephsen javnaði til 1-1 í 77. minutti.

Tíverri svaraði Sveis beinanvegin aftur, og skjótt var 1-3, sum var endaliga úrslitið á Tórsvølli. Málini sum komu inn, kundu føroyingar eisini á ymsan hátt av álvara iðra seg um.

Føroyar eru framvegis á odda í EM-undanbólkinum við níggju stigum, men nú nærkast Frakland og júst Sveis, sum eru favrotittarnir at enda í topp-tvey í bólkinum.

Sí hæddarpunkt hjá Televarpinum ovast.

Føroyar spæla aftur 17. november – í Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder