Fótbóltur

Video: Jóan Símun við góðum máli

Landsliðsáleyparin skoraði í lyklasigri hjá KA Akureyri, har hann var fremsti maður allar 90 minuttirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-25 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag varð hann kunngjørdur í landsliðshópinum til HM-undandystirnar í september - í gjár gjørdi hann vart við seg í Íslandi.

Jóan Símun Edmundsson økti til 2-0 í 2-0 sigrinum hjá KA á Fram. Hetta merkir, at liðið av Akureyri er beint undir plássunum, sum geva ovara endaspæl, nú tvey umfør resta í av grundspælinum.

Jóan Símun var sjálvur við at snitta langa sending víðari. Føroyingurin datt í støðuni, men reisti seg skjótt og hevði eina frálíka hátinntensa renning inn í 16-meturin. 

Føroyingurin fekk bóltin sendandi flatt innfyri, og setti hann á heldur serstakan hátt í málið.

Tað sæst frá 1.07 á videobrotinum ovast - ella her

Talan var um triðja landskappingarmálið hjá Jóan Símun Edmundsson í ár. Hann spældi allar 90 minuttirnar í lyklasigrinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder