
KÍ er føroyameistari 2025. Tað er staðfest eftir at klaksvíkingar vunnu 2-1 á 07 Vestur. Árni Frederiksberg legði KÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki, men løtu seinni javnaðu vágamenn eftir mistak í KÍ verjuni.
Tá eitt korter var tað sum so ofta fyrr – Árni Frederiksberg sendi bóltin inn í brotsteigin, og har var Páll Klettskarð fyrstur og skoraði til 2-1. Hetta er 22. ferðin at KÍ vinnur FM-heitið.
Sí hæddarpunkt frá Televarpinum omanfyri.
Fleiri hæddarpunkt síggjast á tv.fo her
07 Vestur - KÍ 1-2 (0-0)
48' Árni Frederiksberg 0-1
58' Casper Gedsted Hansen 1-1
76' Páll Klettskarð 1-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald