- Spæl til dómarin floytar.
Hetta hevur mangur fótbóltsspælari fingið at vita, men tað fylgdi liðformaðurin hjá Hamrun Spartans ikki í avgerandi løtu í kvøld.
Emerson nart bóltin við hondini upp, áðrenn nakað varð dømt, og domarin úr Luksemborg var ivaleysur:
Brotsspark til NSÍ.
Teir hjá heimaliðnum óskiljandi og í luftuni, tí teir mettu, at bólturin var farin út, áðrenn Tobias Hestad fekk bóltin innfyri málið.
Á myndunum og upptøkunum sær tað eisini út til at vera greitt, at bólturin var úti - er í endurtøku omanfyri. Men sum vit skila, var linjuverjin (hjálpardómarin í høgru síðu) heldur langt frá støðuni, okkurt blokeraði útsýni, og eingin dømdi málspark.
Les eisini: NSÍ søguligan sigur á Malta eftir magháttligt brotsspark í 94. minutti
Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
Hamrun Spartans - NSÍ 1-2 (0-1) - Samanlagt 2-3
43' Michal Przybylski 0-1
53' Ante Coric 1-1
90(+4)' Petur Knudsen 1-2
Dysturin endaði við umstríddari hending, drama og nógvum maltesiskum ónøgdsemi. Fýra gul kort komu í yvirtíðini, og leiðsla og fjepparar gjørdu eisini vart við seg.
Men eftir stendur eisini, at NSÍ gjørdi sítt. Petur Knudsen skoraði søguliga málið á Malta - ógvuliga trygt. Tíverri er tað málið ikki við á brotinum hjá Malta Sport, sum vit hava fingið fatur á.
Si tað omanfyri.
NSÍ vann 2-1 i nógva hitanum og skal spæla móti mótstøðuliði úr Slovenia næstu tvær vikurnar.
---------------------------------------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
NSÍ - FC Koper
Seinni dysturin, hósdagin 30. juli
FC Koper - NSÍ
Sí eisini: Eftir megnaravrikið á Malta: NSÍ skal spæla móti liði úr Slovenia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald