Tað var 0-0 leingi, tá Aarhus Fremad fríggjakvøldið spældi móti longu niðurflutta Middelfart.
Men so sló ein føroyingur til á Fjóni. Við sínum fimta málið í kappingarárninum avgjørdi Martin Agnarsson fyri Aarhus Fremad, eins og kviki vinstri vongbakkurin gjørdi tað fyri Føroyar tvær ferðir í fjør.
Málið sæst eftir 4.35 ovast á ella á Youtube-síðuni hjá Aarhus Fremad
22-ára gamli havnarmaðurin var til reiðar, tá hann skuldi, og harvið er Aarhus Fremad fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fýra umfør resta í av endaspælinum í næstbestu donsku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald