Aarhus Fremad vann í gjár 5-1 á heimavølli móti botnliðnum Middelfart.
Gestirnir av Fjóni løgdu seg annars á odda við brotssparki, men skjótt tók Fremad yvir, og átti føroyski vinstri bakkurin á liðnum stóran part í stórsigrinum.
Martin Agnarson legði ikki bert upp til eitt ella tvey mál: 22-ára gamli landsliðsspælarin legði fyrst av, og til hini bæði uppleggini vóru góð hornaspørk hjá nummar 3:
Martin sær út til at vera til reiðar, um ikki Árni Frederiksberg ella onkur annar við góðum vinstra beini skal skjóta hornaspark fyri Føroyar.
Øll uppleggini og hæddarpunktini síggjast ovast ella á Youtube-síðuni hjá Aarhus Fremad
Aarhus Fremad hevur fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna í niðurflytingarspælinum í næstbestu donsku deildini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald