
KÍ spældi seg víðari til 3. umfar í Conference League við 1-0 sigri í Klaksvík í gjárkvøldið.
Gamli venjari felagsins verður eisini í 3. umfari - og eisini í Ungarn stutt fyri miðjan august. KÍ skal spæla seinna dystin móti hvítarussiska Neman Grodno í Ungarn. Hetta tí at lið úr Hvítarusslandi ikki sleppa at spæla á heimavølli vegna stuðulin til Russland í krígnum.
Sí eisini: 3. umfar: KÍ spælir fyrra dystin týskvøldið á Tórsvølli
Mikkjal Thomassen og AIK skulu stríðast við ungarska Győr um plássið í play-off umfarinum. Hetta er greitt, eftir at AIK vann greitt á Paide Linnameeskond. Talan er um estiska liðið, sum B36 sló út í Conference League 2023.
Tað endaði 6-0 í Stokkhólmi og samanlagt 8-0. Hæddarpunkt frá dystinum síggjast ovast - ella her
Øll fýra svensku liðið í Evropa hava spælt seg víðari hesa vikuna. Umframt AIK eru tað Malmö (Champions League), Hammarby (Conference League) og BK Häcken sum í Europa League sendi belgiska Anderlecht út eftir brotssparkskapping í Göteborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald