Fótbóltur

Video: Njótið løtuna og haldið fokus

Í 2017 vóru Føroyar í U17-endaspælinum hjá dreingjum. Hoyr Hanus Sørensen, og eisini Andrias Edmundsson og Bárður á Reynatrøð, líta aftur og eisini geva U17-gentunum, sum nú skulu spæla, nøkur ráð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-30 19:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mars 2017 varð føroysk fótbóltssøga skrivað, tá tað fyri fyrstu ferð eydnaðist einum føroyskum ungdómslandsliði at spæla seg til eitt EM endaspæl.

Hetta var eitt stórt ítróttabragd - eisini tí at bert átta lið vóru við til sjálvt endaspælið, sum var í Kroatia.

Í undan-undankappingini vunnu Føroyar á Kekkia og spældu javnleik móti Luksemborg, og í millumspælinum vunnu føroysku U17 dreingirnir á Slovakia og spældu javnleik móti Kýpros. Hetta rakk til EM

Tríggir av teimum, sum vóru við tá, Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson og Bárður á Reynatrøð, eru nú partur av A-landsliðnum.

Í FSF Varpinum greiða teir tríggir núverandi A-landsliðsspælararir, hvussu teir upplivdu kappingina í Kroatia fyri átta árum síðani. Eisini hava teir onkur góð ráð til U17 genturnar, ið nú skulu royna seg í einum endaspæli.

Sí videobrotið ovast ella HER

Nú Føroyar eru vertir fyri U17-EM hjá gentum, verður tað harvið aðru ferð, at eitt føroyskt fótbóltslið verður við í einum endaspæli. Føroyar fingu plássið sum vertir

Umframt Føroyar, vera Spania, Holland, Noreg, Pólland, Eysturríki, Italia og Frankaríki við í kappingini í Føroyum.

Sí eisini: EM-endaspælið í Føroyum verður størsta uppgávan nakrantíð

Fyrsti dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík sunnudagin 4. mai klokkan 15, tá Eysturríki og Holland bresta saman. Seinni á degnum, klokkan 18, taka okkara gentur ímóti Noregi á Tórsvølli. Sí alla skráina niðanfyri

Dystarskráin

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)


Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder