Fótbóltur

Video: Nógv vit kunnu betra um móti Montenegro

Tað sigur 22 ára gamla føðingardagsbarnið Jana Mittún, sum saman við restina av HM-hópinum er komin uppá pláss í Trier.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-11-24 15:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv sungið fyri Janu Mittún í flogfarinum á veg til Luxemborg. Føroyski spælskiparin gerst 22 ár í dag.

Hon og HM-hópurin fór við flogfari til Luxemborg í morgun og koyrdi síðan yvir um markið til Týsklands við bussi. Býurin Trier, har tríggir teir fyrstu dystirnir í endaspælinum verða leiktir, liggur beint við markið millum Týskland og Luxemborg.

Portalurin og FM hevur eitt toymi upp á trý fólk avstað, og onnur sum arbeiða við endaspælinum. Hvønn dag hesa vikuna klokkan 11 verður sent beinleiðis úr Trier á FM1. Nógv tilfar verður eisini at síggja á Portalinum.

Sí samrøðu, sum Ingi Samuelsen gjørdi við Janu Mittún.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder