Fótbóltur

Video: Poul Kallsberg takkar fyri tíðina í Víkingi

22 ára gamli vongurin fer nú til Hillerød at spæla.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-15 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Poul Kallsberg spældi í gjárkvøldið sín síðsta dyst fyri Víking á hesum sinni.

Í nátt kom hann til Føroya aftur við Víkingahópinum, sum varð varpað úr Conference League av Linfield, og seinnapartin setur hann seg aftur umborð á eitt flogfar. Tá verður kósin sett móti Hillerød.

- Fyrsta hálvárið var tungt, men síðan tá hevur tað verið stutt og læruríkt. Eg hevði absolutt ikki farið til Danmarkar um eg ikki kom til Víking, tí tað hevur ment meg so nógv, segði hann í samrøðu við Rúna á Reynatrøð á FM1 eftir dystin í Belfast í gjárkvøldið.

- Takk fyri at tit øll hava stuðlað Víkingi og mær. Tað hevur verið fult í kærleika síðan eg kom, sigur Poul Kallsberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder