
Annan dystin á rað skoraði føroyski landsliðsliðskiparin - nú hevur Ásla Johannesen tíggju skrásett A-landsliðsmál.
Hon er vinstrabeint, men málið til 1-1 kom, ta Piteå-spælarin smekkaði til við høgra beinið. Bólturin fór heilt upp í málhornið. Málið sæst frá 1.20 ovast ella HER
Málið hjá Áslu á Tórsvølli var nærum nóg mikið hjá Føroyum at fáa eitt stig móti bólkavinnarunum og einum av topp 50 kvinnulandsliðunumí heiminum - Føroyar liggja nummar 110.
Slovakia skoraði tó eftir 87 minuttir til 2-1, og soleiðis endaði hendan Nations League-kappingin.
Les meira um dystin her: So nær við einum stóri stigi móti Slovakia
Sí nakrar myndir niðanfyri - sí fleiri á HER
------------------------------------
UEFA Nations League 2025 - Deild C, bólkur 1
6. og seinasta umfar - á Tórsvølli 3. juni
Føroyar - Slovakia 1-2 (1-1)
11' Patricia Hmirova 0-1
35' Ásla Johannesen 1-1
88' Ludmila Matavkova 1-2
Føroyar: (5-4-1/3-4-3): Óluva Joensen, Julia Naomi Mortensen, Sunniva Willemoes, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (46' Fridrikka Klementsen), Sara Samson Lamhauge, Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal
Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Eyðvør Klakstein (72'), Sólja Ernsdóttir og Vár Johannesen (86') og Rakul Sørensen (92')
Venjari: Pætur Smith Clementsen
Endaliga støðan í bólkinum eftir seks umfør:
1. Slovakia 18 stig
2. Føroyar 10 stig
3. Moldova 7 stig
4. Gibraltar 0 stig
Sí eisini: Heidi Sevdal hevur nú spælt flest A-landsdystir av øllum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald