Hann brendi brotsspark tíðliga í dystinum men Lionel Messi líkt, vísti hann sínar dygdir seinni.
Fyrst við beinrakum vinstrabeinsskoti stutt inni í brotsteignum eftir gott argentinskt spæl og seint í dystinum við máli, har nummar 10 sjálvur setti alt í gongd og endaði tað á snildan hátt.
Til ber at síggja søguligu málini hjá Lionel Messi á Youtube-rásini hjá FIFA
Sí eisini: Messi skein aftur og yvirhálaði Miroslav Klose
Við málunum móti Eysturríki í Dallas mánadagin fór Messi frammum Miroslav Klose á samanlagda HM-toppskjúttalistanum.
Listin og øll málini síggjast her
Lágvaksni men stórsligni argentinin fyllur 39 ár í dag og er til sítt sætt HM-endaspæl.
Hann hevur skorað 18 mál í 28 HM-dystum yvir tey seinastu tjúgu árini. Hann hevur eisini skorað øll fimm málini higartil hjá verandi heimsmeistarunum, sum hava vunnið 3-0 og 2-0.
![]()
Messi fegnast og verður stórliga fagnaður eftir 2-0 málið móti Eysturríki (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)
Liðið er víðari sum eitt'ari í bólkinum og spælir móti Jordan sunnunáttina. So er spurningurin, um Lionel Messi sleppir at royna at leggja afturat sínum máltali, ella um 39-ára gamli fótbóltsgandakallurin skal sparast til avgerandi dystir.
Tíverri forðar FIFA fyri, at vit kunnu knýta hæddarpunktini frá Argentina - Eystúrríki ovast ella niðast í greinina, men tey kunnu síggjast HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald