Fótbóltur

Video: Tá Noreg vann á Onglandi fyri 45 árum síðani

NRK-frásøgumaðurin Bjørge Lillelien var nærum frá sær sjálvum í ovfarakæti eftir seinasta bríksl, og byrjaði at ramsa stórar onglendingar upp, sum vórðu bastir. Klokkan 22 í kvøld skal Noreg royna at senda Ongland úr HM og koma í hálvfinaluna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-07-11 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Margaret Thatcher, your boys took a hell of a beating

Hesi eru nøkur av víðagitnu orðunum hjá legendariska NRK-frásøgumanninum Bjørge Lillelien. Tey eru endurtikin ofta seinastu dagarnar, sum klippið er farið í umferð, í sambandi við at Ongland og Noreg skulu spæla HM-fjórðingsfinaluna.

Orðini vórðu fyrstu ferð søgd 9. september 1981, tá Ongland vitjaði í Oslo, og Noreg á fyrsta sinni vann á júst Onglandi. Hetta var í undankapping til HM 1982, har Åge Hareide, sáli, var ein av spælarunum.

Fótbóltsins móðurland hevði tá nógvar stórar profilar, og fimm ár á rað hevði eitt lið úr Ongland vunnið Europa Cup fyri meistaralið (seinni Champions League)

Alskurin til enskan fótbólt var longu tá stórur í Noreg. Besta enska deildin sást longu í norskum sjónvarpi frá 1969, og tá staðfest var, at Ongland fór av Ullevaal við ongum, gjørdi Lillelien, sáli ikki lítið av.

Sí kenda videobrotið ovast ella á Youtube

Í undankappingini til HM í 1994 átti Noreg stóran leiklut í, at Ongland ikki spældi seg víðari. Liðið hjá Egil "Drillo" Olsen spældi javnleik á Wembley og vann á Ullevall.

Ein rúgva av norskum spælarum settu eisini dám á Premier League og Champions League í nítiárinum, og eftir ein norskan fótbóltsniðurtúr ein góðan part av hesari øldini, er Noreg aftur:

Nú á fyrsta sinni millum átta tey bestu í heiminum, og tveir teir størstu profilarnir hava verið profilar á Premier League-vinnandi liðnum seinastu árini: Martin Ødegaard í Arsenal (liðformaður) og Erling Braut Haaland í Manchester City (toppskjútti)

Les eisini: Størsti dysturin í norskari fótóltssøgu byrjar klokkan 22

--------------------------------------------
HM-fjórðingsfinalurnar:
Í dag, leygardagin 11. juli 

22.00: Noreg - Ongland - Miami (TV2 í Danmark og TV2 í Noreg vísa dystin/TV2 Play)

Í nátt, sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis - Kansas City (DR1/DT TV og NRK)


Hósdagin 9. juli
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0 
66' Ousame Dembelé 2-0 

Í gjár, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia 2-1 (1-1)
30' Fabian Ruiz 1-0
41' Charles de Ketelaere 1-1
88' Mikel Merino 2-1

Sí eisini: Mikel Merino sendi aftur sendi aftur Spania víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder