
Tað byrjaði illa hjá Andriasi Edmundsson og Wisla Plock. Í 4. minutti kom eitt innlegg úr vinstru, sum endaði millum júst Andrias og vinstra vongbakkin hjá Plock. Eingin var heilt nær við bóltin og málskjúttan Polonia, og so var 0-1.
Málið sæst frá 0.45 í videobrotinum niðast í greinini
Andrias gjørdi tó støðuna heilt góða aftur, tá hann javnaði við einum ógvuliga góðum stútara eftir hornaspark. 24-ára gamli miðverjin var hægstur og fekk nógva ferð á bóltin.
Málið sæst frá 3.23 í videobrotinum niðast - stutt frammanundan hevði Andrias Edmundsson ein annan góðan møguleika eftir horna
Sí eisini: Andrias Edmundsson við til at bjarga Plok plássinum í play-off finaluni
Play-off hálvfinalan bylgjaði aftur og fram, og í 89. minutti avgjørdi fyrrverandi Liverpool-miðvallarin Dani Pacheco dystin við flottum frísparki. Harvið sendi spaiólin Wisla Plock í pla-off finaluna í næstbestu pólsku deildini.
Málið sæst frá 6.18 í videobrotinum niðanfyri
Andrias Edmundsson og teir spæla eina beinleiðis finalu um pláss í fremstu pólsku deildini sunnudagin 1. juni klokkan 15.30. Hann verður móti Legnica, ið Wisla Plock basti síðsta sunnudag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald