Felagið stríddist nakað við Wisla Plock fyri at keypa føroyska verjuspælaran leysan, og um vikuskifti loysnaði.
Sí eisini: Andrias Edmundsson er á veg til Serie A
Læknakanningin, seinastu undirskriftirnar og almennu myndirnar vórðu tiknar í Verona í gjár.
![]()
Mynd: hellasverona.it
25-ára gamli toftamaðurin varð endaliga avdúkaður tíðliga seinnapartin mánadagin. Í sambandi við hetta varð eitt stutt video gjørt á almennu Youtube-síðuni hjá Hellas Verona.
Videobotið sæst ovast ella her
Sí eisini: Wisla Plock takkar Andriasi og biður farvæl
Andrias Edmundsson kann fríggjadagin spæla sín fyrsta dyst í Serie A, tá Hellas Verona spælir lykladyst á heimavølli. Tað eru aftastu liðini í deildini, Verona og Pisa við 14 stigum hvør, sum hittast á Stadio Marc'Antonio Bentegodi, ið tekur umleið 39.000 áskoðarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald