
Víkingarnar vóru í øðini í 76. minutti í dystinum millum KÍ og Víking í gjár, tá Deni Pavlovic slapp avstað við einum gulum korti. Teir ljósablaú vildu vera við, at reytt kort skuldi gevast.
Dani Pavlovic stegðaði Jørgen Nielsen tá hann rann seg leysan móti málinum.
- Alex Troleis hevur betri forstand uppá dómaralógina enn nakar av okkum, men í mínum høvdi - uttan um dómaralógina - er hatta eitt klokkureint reytt kort. Man steðgar einum manni sum er púra leysur móti málinum, segði frásøgumaðurin hjá Televarpinum, Tróndur Arge.
- Hatta kanna aldrin vera nakað annað enn reytt kort, annars hevur fótbóltur ein kempi trupulleika, segði Tróndur Arge í frásøgnini.
Hvussu er og ikki, so bleiv tað gult kort. Eingi mál komu í dystinum, sum endaði 0-0.
Síggj hæddarpunktini frá dystinum sum Televarpið vísti í gjár omanfyri.
--
Betri deildin 22. umfar
15. september 2025
KÍ - Víkingur 0-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald